Stutt fyri klokkan 13 í gjár fekk løgreglan fráboðan um grind uttan fyri Kjalnes í Kollafirði. Grindaformaður fór á staðið at kanna málið, men staðfesti, at talan var um ein flokk av nísum við ungum, sum spældu sær í góðveðrinum, so meira var ikki gjørt við tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Í Klaksvík hendi eitt lítið víkiskylduóhapp um 10:30 tíðina. Har var eingin fólkaskaði, men eitt sindur av skrokkskaðað. Vaktleiðarin sigur, at tann, sum breyt víkiskylduna, fær eitt klipp í koyrikortið.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um olju á sjónum í bátahylinum í Álakeri í Havn. Átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum varð sendur á staðið, og hann staðfesti, at har var talan um film av olju, sum bráaði burtur, meðan hann var á staðnum.
Ein bilførari í Hoyvík varð tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil og fær bót fyri tað.
Av Landssjúkrahúsinum fekk løgreglan fráboðan um, at har vóru nøkur fólk í forhøllini, sum voru til ampa. Løgreglan vísti teimum burtur.
Stutt fyri klokkan 22 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um ein rúsaðan persón, sum var til ampa á Hvonn í Havn, og varð hann vístur á dyr. Og stutt fyri klokkan 23 fekk løgreglan fráboðan um ein rúsaðan persón, sum sat í Steinatúni í Havn og ikki kláraði niðan í Herbergið hjá Frelsunarherinum. Løgreglan hjálpti honum síðsta strekkið niðan.