Um 15:30 tíðina stevndi fylgið við grindabátum og øðrum førum av Vági. Leiðin gongur, umvegis Skálavík, til Havnar. Eini 8 - 10 av gomlu grindabátunum í Vági fóru í dag av Vági. Við er sluppin Johanna, sluppungin Nólsoyar Páll og skjóttgangandi bátruin Anja M, umframt onnur før.
Ætlanin er at rógva og sigla við seglum norður til Havnar. Í kvøld verður komið til Skálavíkar, haðani farið verður aftur klokkan 15 í morgin. Tá gongur leiðin til Havnar, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og formaðurin í havnarnevndini Jákup S. Simonsen, taka ímóti.
Ferðin er liður í at halda 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu, umframt at sigla, rógva, við aldargomlu grindabátunum, eins og gjørt varð í gomlum døgum.