Grindabátarnir klárir

Gomlu grindabátarnir í Vági eru nú klárir til árligu ferðina.

Gomlu grindabátarnir í Vági eru nú klárir til árligu ferðina.

 

 

Tað er afturvendandi hending, at gomlu grindabátarnir í Vági gera útferð 2. hvítusunnudag.

 

 

Í ár gongur leiðin av Eiðinum í Vági og til Hvalbiareiði. Manningarnar møta kl.  9,  tá bátarnir verða sjósettir á Vágseiði.

 

 

Bátarnir blivu í gjár settir klárur vesturi á Eiðinum í Vági, har myndin er tikin.

 

 

Mynd. D. Holm