Hóast harðasta streym á árinum vóru veðurgudarnir mildir – veðrið var av tí allar fagrasta. Hetta man vera fyrstu ferð í søguni, at 10 grindabátar í fylgi hava lagt inn um Skálhøvda, rógvandi og við føgrum seglum.
Okur vóru móttiknir sum greivar og barónar og settir til háborðs. Blíðskapurin var, sum sagt verður: ”Tá stongd var ei bóndans stova…”
Bygdarfólkinum og borgmeistaranum í Skálavík takka okur hjartaliga!
Aftaná døgurða leygardagin hin 25. juli varð kósin sett móti Havnini.
Á Vestaru Vág legði alt grindabátafylgið at við Effersøes Bryggju.
Tøkk fái borgmeistarin og býráðslimir í Havn fyri eina sera stórsligna móttøku!
Harumframt eitt reint UG fyri blíðskapin og borðhaldið á Reinsarínum! Tað fløvar, at fleiri hava skrivað í bløðini um minnisríku ferð okkara!
Samanumtikið hevur alt hetta givið okkum íblástur og áræði at standa saman um at varðveita grindabátarnar og gamla siðaarvin.
Á sunnanfjørðsleiðum er grind ikki deyð í fleiri ár. Men, hvør veit, um ikki onkur av teimum gomlu snekkjunum aftur verður drigin úr neysti í heyst…
”Jesus give, hun måtte dø,
og Gud beskjære os Lykke;
til Kirken i Waaji paa Suderø
vi skjænke et Altersmykke!”