Grind lagt beinini í Hvannasundi

Ein grind legði beinini í Hvannasundi í kvøld.

 

Drápið gekk skjótt og væl. Tað er ikki liðugt at merkja, men roknað verður við, at hon er umleið 40 hval.

Avgerð er tikin um, at seðlarnir koma út á kei-økinum í Hvannasundi kl. 0700 í morginárini,18-08-2023, upplýsir sýslumaðurin í kvøld.