Grikska tingið samtykt sparingarnar

Grikska stjórnin fekk aftur í dag meiriluta fyri sparitiltøkunum, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava álagt landinum sum treyt fyri, at tað kann fáa lán fyri at sleppa undan húsagangi.

Í seinnu atkvøðugreiðsluni, sum var í dag, atkvøddu 151 tinglimir fyri spariuppskotunum, og 138 atkvøddu ímóti.

ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava kravt krepputiltøkini sum treyt fyri, at landið kann fáa 120 milliardir evrur í láni afturat teimum 110 milliardunum, sum landið longu hevur fingið tiløgn um at læna.