Grikska kreppan verri enn væntað

Grikski forsætisráðharrin, Lukas Papademos, ávarar nú um, at afturgongdin í grikska búskapinum er størri, enn serfrøðingar higartil hava mett. Roknað var við, at afturgongdin fór at verða 5,5 prosent, men hon verður størri, sigur Papademos.

Grikski búskapurin minkaði 4,5 prosent í fjør, men sparingar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava álagt teimum griksku politikarunum at seta í verk, hava gjørt afturgongdina í búskapinum størri.

-Vit ganga einari strævnari tíð á møti, segð Lukas Papademos á fundi í gjárkvøldið við amerikonsk vinnulívsumboð.

Poul Thomsen, sum stendur á odda fyri IMF-umboðanini í Grikkalandi, segði í gjár, at grikski búskapurin kann minka seks prosent ella kanska meiri í 2011.