Trý ár eftir at hann varð evropameistari við grikska landsliðnum, hevur Theo Zagorakis valt at gevast við fótbólti. 35 ára gamli miðvallarin var undir EM-endaspælinum í 2004 avgjørdi lyklaleikarin hjá grikska landsliðnum, sum púra óvæntað vann kappingina. Eftir finalusigurin ímóti Kekkia varð hann kosin besti leikari í endaspælinum.
Í EM-endaspælinum um eitt ár verður Zagorakis tó ikki at síggja, tí tann nú somikið aldrandi hetjan heldur seg ikki longur til at spæla fótbólt.
Hóast góða umdømið og góða avrikið, sum hann vísti, so var Theo Zagorakis ongantíð í stóru landskappingunum kring Europa.
Zagorakis leikti seinast við PAOK Saloniki, og væntandi verður tað eisini her, ið framtíð hansara liggur. Hann er nevniliga saman við nøkrum øðrum ríkmonnum komin væl áleiðis í ætlanum at keypa felagið.