Grikkar fingu kreppupakka

Leiðararnir í ES- og evrulondunum samdust í gjárkvøldið um at lata Grikkalandi ein hjálparpakka, men tað sermerkta við pakkanum er, at hann skal helst ikki koyrast upp. Londini eru samd um, at Grikkaland skal fáa hjálp, men tey vilja helst sleppa undan at gjalda.

Ístaðin fyri samdust tey um, at grikska stjórnin skal fáa Altjóða Gjaldoyragrunnin at fíggja mest møguligt av landsins tørvi. Tað, sum restar í, kunnu grikkar so læna frá nøkrum ES-londum.

Grikski forsætisráðharrin, Georgios Papandreou, var væl nøgdur við úrslitið av fundinum.