Tað ber hvørki til at vátta ella avsanna, at flogfør hjá CIA hava flogið í føroyskum, grønlendskum ella donskum loftrúmi við ólógligum fangum Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum skuldi staðfesta, um flogfør hjá amerikonsku fregnartænastuni hava flogið við ólógligum fangum í donskum, føroyskum ella grønlendskum loftrúmi.
Tað er ein nevnd undir stjórnini, sum hevur kannað viðurskiftini og skrivað frágreiðing.
-Við teimum upplýsingum, sum vit hava, kunnu vit hvørki vátta ella avsanna, at fangar eru fluttir ólógliga ígjøgnum danskt, grønlendskt ella føroyskt loftrúm, stendur í frágreiðingini.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, er ikki nøgdur við frágreiðingina. Hann vil hava eina óvilduga kanning av málinum, sigur DR.