Í kvøld fingu føroyingar partvíst innlit í niðurstøðuna í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka. Ein og hvør onnur avgerð frá skattamyndugleikunum vildi fingið álvarsaman avleiðingar fyri onkran. Hendan avgerð er tó eitt ullint millumting, sum eftir øllum at døma ikki kostar nøkrum nakað – annað enn, at Eik missir 90 milliónir.
Føroya størsta og sterkasta fíggjarsamtak endaði rættiliga í andglettinum um ársskifti 2015-2016, tá ið Spekt, Fíggjarligt Støðufesti og Jørn Astrup Hansen, nevndarlimur, settu seg upp í móti ætlanini hjá leiðslu og nevndarlimum í bankanum um, at draga 90 milliónir krónur frá sum skattligt goodwill yvir 10 ár.
Tað var á sumri 2015, at Taks var komið til eina niðurstøðu um, at bankin kundi draga tapið á 90 milliónir krónur frá sum skattligt goodwill. Ein støða, sum einans varð umrødd við Taks, tí nevndarlimir kravdu tað eftir ætlanir hjá leiðsluni komu fram um, at draga tær 90 milliónirnar frá sum frádrátt í einum høggið. Tí bæði grannskoðarar og nevndarlimir vóru av tí áskoðan, at tær 90 milliónirnar (sum er 18% av 514 milliónum), hoyrdu heima hjá gamla Eik Banka og harvið Fíggjarligum Støðufesti.
Men eftir niðurstøðuna frá Taks á sumri 2015 vóru tað framvegis stórar ósemjur um rættleikan í hesum inni í Eik banka. Summir partar í málinum hildu, at Taks ikki hevði fingið nøktandi kunning at taka støðu út frá, og tí var skattamyndugleikin komin til hesa avgerð. Tí kulmineraði støðan um ársskiftið 2015/2016, tá ið Spekt ikki vildi skrivað undir rokniskapin uttan átekning, Fíggjarligt Støðufesti sendi skriv til Fíggjarmálaráðið um málið og Jørn Astrup Hansen trekti seg úr nevndini fyrr enn ætlað.
Málið endaði tí aftur hjá Taks, sum nú er komið til eina niðurstøðu. Við Kringvarpið segði Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks á vári í fjør, at skjøl vóru komin fram í miðlunum, sum Taks ikki hevði innlit í áðrenn.
Nú er Taks so – sambært Eik – komið til tað niðurstøðu, at talan er um skattligt goodwill, men virðið er null krónur. Also fær Eik ongan frádrátt.
Les eisini: Skattamálið: Eik fær ikki skattafrádrátt
Men hvat merkir so hendan niðurstøðan?
Var Taks komið til tað niðurstøðu, at Eik hevði rætt til frádráttin, so hevði tað sannlíkt fingið ógvuliga stórar avleiðingar fyri Fíggjarligt Støðufesti. Hetta tí, at Fíggjarligt Støðufesti hevur roknað tær 514 milliónirnar (ella 90 milliónirnar) inn í teirra tap, og harvið er rokning farin til bankarnar í bankapakka 1 og pengarnir eru partur av rættarmálinum móti gomlu leiðsluni í kollsilgda Eik.
Var Taks komið til tað niðurstøðu, at talan ikki var um goodwill ella frádrátt, ja so hevði leiðslan í Eik ivaleyst gjørt ein álvarsaman feil, sum illa hevði kunna tulkast sum annað enn ein roynd at snýta skattamyndugleikarnar.
Men niðurstøðan ljóðar hvørki uppá fyrra ella seinna møguleikan. Hetta er ein millum loysn, sum sigur, at talan var um goodwill – sum Taks upprunaliga segði – einasti munurin er, at fyrra avgerðin gav Eik 90 milliónir í frádrátti, meðan hendan seinna avgerðin ikki gevur Eik eina krónu í frádrátti.
Ein og hvør onnur avgerð frá skattamyndugleikunum vildi fingið álvarsaman avleiðingar fyri onkran. Hendan avleiðing er tó eitt millumting, sum eftir øllum at døma ikki kostar nøkrum nakað – annað enn ein mistan skattafrádrátt.
Viðkomandi er tó at seta spurningin – um Taks fyrst helt goodwill eiga at vera 90 milliónir og nú heldur tað vera 0 krónur – hevur Eik so givið nøktandi upplýsingar í fyrstu atløgu?
Í øllum førum má staðfestast, at hendan niðurstøðan sigur, at fyrra avgerðin hjá Taks var skeiv. Og at hendan niðurstøðan ivaleyst juridiskt ikki kostar nøkrum nakað – annað enn, at Eik missir tær 90 milliónirnar.
Vert ert tó at hava í huga, at enn er fulla niðurstøðan hjá Taks ikki almenn, og tí kann vera innihald í niðurstøðuni, sum vit ikki kenna til.
In.fo og Sosialurin fylgja málinum komandi dagarnar.