Grein 19 nevndin er ikki jólatrøll

Hetta er fyribilsnevnd, sum situr til hon hevur latið løgtinginum tilmæli: ­ Ætlanin var ongantíð at arbeiðið skuldi verða liðugt áðrenn árslok, sigur Jørgen Niclasen, sum var formaður í nevndini til áleið á middegi í gjár

Væntandi fær grein 19 nevndin nýggjan formann ein av fyrstu døgunum. Av tí at talan er um fyribilsnevnd, velur Fólkaflokkurin, sum eigur fomannin, helst ein nýggjan lim í nevndina fyri Jørgen Niclasen, sum nú verður landsstýrismaður. Av tí at hann var formaður í grein 19 nevndini, skal nevndin skipast av nýggjum.

­ Vit høvdu ikki ætlað okkum, at arbeiðið skuldi verða liðugt fyrr enn í august, og tí er ikki talan um jólatrøll, sigur Jørgen Niclasen.

Grein 19 nevndin hevur onga freist fingið, nær arbeiðið skal vera liðugt. Av tí at arbeiðssetningurin ljóðaði, at nevndin skuldi kanna politisku og umsitingarligu mistøkini frá 1980 - 1990, hevur nevndin í fyrsta umfari sett sær fyri at kanna ávísar týðandi partar í hesum tíðarskeiði.

Jørgen Niclasen vil ikki siga stórvegis um, hvørji mál nevndin serliga hevur lagt seg eftir at kanna, men nevnir bert veðhald og lánipoliti í skipamálunum, sum dømi.

­ Nú eru vit komin so mikið áleiðis, at vit hava fingið tilfar og upplýsingar til vega. Eftir stendur at kanna tilfarið, og at skriva álit.

Ein drúgv frágreiðing og niðurstøða skal gerast, sum verður lagt fyri tingið at taka støðu til, um farast skal víðari, ella um ákæra skal reisast, sigur Jørgen Niclasen.