Greiður sigur í fyrstu royndini

EM-flogbóltur: Føroyar løgdu fyri við greiðum sigri á Grønlandi.

Føroyska manslandsliðið í flogbólti legði væl frá landi í EM-kappingini fyri smátjóðir, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið. Luttakandi londini eru Føroyar, Grønland, Ísland og Skottland.

Mótstøðuliðið í dag var Grønland. Talan er um eitt reiðiliga ókent lið, men tað gjørdist skjótt greitt, at Føroyar var greitt betra liðið. Eftir nervakenda byrjan, so vundu føroyingarnir seg upp í snúningar og vóru greitt omaná.

Eftir at Føroyar vunnu fyrsta settið 25-16 og eisini vóru greitt omaná í øðrum setti, so framdi føroyski landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen, fleiri útskiftingar og gav ymiskum leikarum møguleikan.

Føroyski sigurin var ongantíð í vanda. Annað sett varð vunnið 25-14 og triðja sett endaði 25-18. Sostatt hava Føroyar lagt væl frá landi við 3-0-sigri á Grønlandi í fyrsta dystinum.

Føroyar spæla aftur í annaðkvøld kl.19.00. Tá er mótstøðuliðið Skottland.

Føroyar - Grønland 3-0 (25-16, 25-14, 25-18)