Greiður meiriluti fyri loysing

Tey, sum herfyri vóru á fólkaatkvøðu í Suðursudan um at loysa landspartin frá tí norðara partinum, vóru eftir øllum at døma ikki í iva, hvar tey skuldu seta krossin. Í hvussu er kunngjørdu myndugleikarnir í dag, at umleið 99 prosent atkvøddu fyri loysing. Tað almenna úrslitið var, at 98,83 prosent settu krossin fyri at loysa, og sostatt er tað greitt, at Suðursudan verður staðfest sum sjálvstøðugt ríki tann 9. juli.

Fleiri hundrað suðursudanskir embætismenn og útlendskir diplomatar vóru hjástadir við standmyndina av fyrrverandi loysingarmanninum John Garang í høvuðsstaðnum Juba, tá úrslitið av fólkaatkvøðuni bleiv kunngjørt.

-Í 55 ár hava fólk í Suðursudan bíðað og biðið eftir einum sjálvstøðugum landi, segði erkabiskupurin Daniel Deng tá hann byrjaði hátíðarhaldið.