Greiða vanligum fólki frá um gransking

Í kvøld klokkan 19:30 skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um gransking. Felagið sigur í skrivi, at øll framkomin lond síggja gransking, menning og nýskapan sum avgerandi lið í at menna samfeløg síni.

– Skal vinnulívið mennast, skulu samfelagstænasturnar mennast og fylgja við, so sleppa vit ikki undan tí vitan, sum er drívmegin aftanfyri menningina. Og til tíðir er neyðugt hjá samfeløgum at granska seg fram til hesa vitan.

Fyri at geva fólkið eina fatan av, hvørja ávirkan gransking hevur á menningina í føroyska samfelagnum, hevur felagið biðið fólk, sum dagliga fáast við gransking at greiða frá sínum royndum.

Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum kemur at greiða frá arbeiðnum hjá Granskingarráðnum og frá ítøkiligum granskingarúrslitum, og hvussu hesi hava verið við til at ment okkara samfelag.bØystein Patursson, granskari, kemur at greiða frá granskingini, sum fer fram á Fiskaaling, og Guðrið Andórsdóttir, granskingarsamskipari, kemur at greiða frá arbeiðnum á ílegusavninum.

Endamálið við fundinum er m. a. at greiða vanligum fólki frá, hvussu gransking virkar og hvørja ávirkan hon hevur á samfelagið. Og at geva vanligum fólki eina fatan av, hví framkomin lond leggja seg so nógv eftir at granska.

Fundurin er liður í eini fundarrøð, sum Suðurtreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri og fundurin verður í Kaffihúsinum í Vágsbotni, og øll eru vælkomin, siga tey í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.