Greiða frá um mat- og gagnplantur í Nólsoy

Kunningarstovan í Nólsoy skipar í kvøld fyri einum túri runt í bygdini, har Disa Christiansen fer at greiða frá um villar plantur og húsplantur, og hvørjar gagnligar eginleikar tær hava.

Heilt nógvar av okkara plantum eru vælsmakkandi, og eru tí vælegnaðar til matna, eins og fleiri hava grøðandi eginleikar. Hetta verður alt greitt frá á túrinum.

Túrurin verður skipaður soleiðis, at eisini avbygdafólk kunnu verða við. Tað slepst til Nólsoyar við Rituni – sum siglir í løtuni fyri Ternuna – klokkan 18, og so verður farið til gongu klokkan 18.30.

Lætti túrurin tekur tveir tímar, og aftan á ber til at fara á Kunningarstovuna til ein kaffimunn, har eisini uppskriftir verða til taks. Eisini ber til at fara á Kaffistovuna til okkurt leskandi.

Avbygdafólk sleppa til Havnar aftur klokkan 22.25.