Greenpeace sett fólk umborð á kjarnorkuskip

Tað eydnaðist trimum fólkum hjá Greenpeace at sleppa umborð á skipið, sum er á veg til Bretlands við svenskum kjarnorkuburturkasti Sambært donskum fjølmiðlum sluppu tríggir menn hjá Greenpeace umborð á skipið Atlantic Osprey einar 18 fjórðingar úr Grenen, sum er norðurendin á Jyllandi.

Greenpeace vil vera við, at skipið hevur broytt kós og er á veg aftur í svenskan sjógv. Skipið var annars á veg til Sellafield í Bretlandi við kjarnorkuburturkasti frá svenskum kjarnorkuverkum.

Greenpeace royndi eisini at steðga skipinum nærhendis Bornholm í gjár. Tað eydnaðist at seta fólk umborð á skipið, men fýra tímar seinni vórðu tey flutt av skipinum, sum síðani helt leiðina fram.