18 limir í umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace fóru í nátt upp á oljuboripallin Leiv Eiriksson. Tað kunngjørdi Greenpeace í morgun. Sagt varð, at tey 18 fólkini fóru til pallin í gummibátum, og tey kluvu upp á pallin.
Felagsskapurin sigur, at tiltakið er enn ein roynd at forða felagnum Cairn Energy at bora eftir olju í Vesturgrønlandi.
Seinasta vikuskifti festi Greenpeace eitt hylki við tveimum monnum í upp undir Leiv Eirikrron, men grønlendska løgreglan tók teir fyrr í vikuni. Greenpeace hótti tá við øðrum tiltøkum.










