Liðskiparin hjá onglendingum, Steven Gerrard, legði annars Ongland á odda tíðliga í dystinum. Emil Heskey spældi Gerrard leysan í brotssteiginum hjá amerikumonnum, har hann skoraði. Ongland tóktist at hava tamarhald á dystinum um hetta mundi.
Stutt fyri hálvleik javnaði Clint Demsey fyri USA. Hóast skotið var veikt og beint á málmannin, Robert Green, so var Green óheppin og misti bóltin í mál.
Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar at avgerða, men onki mál kom. Sostatt endaði dysturin við javnleiki 1-1.