Frá 1. januar skulu øll, sum eiga byrsu, hava vápnaloyvi fyri at kunna brúka byrsuna.
Men fyri at fáa vápnaloyvi, er tað eitt krav, at umsøkjarin eisini hevur eina váttan frá løgregluni um, at hann ikki hevur gjørt nakað revsivert.
Og løgreglan sigur, at seinastu vikurnar hava tey havt úr at gera við at skriva revsiváttanir.
Tá ið vit tosaðu við løgregluna um hetta ein tann seinasta dagin uppundir jól, høvdu tey skrivað 1903 revsiváttanir í ár. Ein stórur partur av teimum eru skrivaðar hesar seinastu tvær vikurnar.
Á løgreglustøðini siga tey, at nógv tær flestu av teimum eru skrivaðar til fólk, sum skulu brúka tær at søkja um vápnaloyvi við.
Annars krevjast revsiváttanir eisini viðhvørt í samband við starvssetanir, eitt nú hjá vaktarfeløgum, og øðrum. Eisini summi donsk reiðarí krevja, at starvsfólk hava eina reina revsiváttan.
Á Umhvørvisstovuni siga tey annars, at har hava tey fingið 873 umsóknir um at fáa vápnaloyvi, men tey vænta nógvar umsóknir afturat sum frálíður.
Tey leggja afturat, at hóast kravið um vápnaloyvi kemur í gildi á nýggjárinum, er tað ikki eitt krav, at tey, sum eiga byrsu, skulu hava vápnaloyvi í hendi tá. Einasta krav er, at tey, sum eiga byrsu skulu hava vápnaloyvi, næstu ferð tey brúka byrsuna eftir 1. januar.
Tey, sum eru fødd 1. janur í 1986, ella eftir tað, skulu eisini á vápnatrygdarskeið, áðrenn tey fáa vápnaloyvi, men tey, sum eru eldri, fáa vápnaloyvi, uttan at noyðast á skeið.