Granskingin skal raðfestast

Annika Olsen
?????????
Gransking er eitt átroðkandi evni í føroysku fjølmiðlunum í løtuni, og í nýggja blaðnum Vinnuvitan verður evnið gransking viðgjørt í nærum øllum greinunum í blaðnum. Hetta er eitt tekin um, at áhugin fyri granskingini alsamt vindur uppá seg í Føroyum. Tí er tað átrokaðandi, at politikarnir taka tey neyðugu stigini til, hvussu føroyski granskingarpolitikkurin skal skipast. Tað sær tíverri út til, at gransking ikki verður politisk raðfest, tí at játtanirnar til granskingina verða alsamt niðurskornar, og er hetta ein skeiv gongd fyri tað føroyska samfelagið og føroyska búskapin. Aðrastaðni í heiminum verður granskingin raðfest høgt, tí mett verður, at hon kann skapa øktar inntøkur, fleiri arbeiðspláss og harvið størri vælferð og trivna.
Fiskivinnan hevur hildið lívið í føroyingum, og eiga vit at virða hesa vinnu høgt, men vit mugu eisini síggja í eyguni, at hon møguliga ikki kemur at verða okkara høvuðsvinna í framtíðini. Vit mugu ikki stirna í vanahugsanini, men heldur lata eyguni upp fyri øðrum vinnum í Føroyum. KT vinnan er í stórari menning, og um rætt verður borið at, so kann granskingin innan eitt nú KT geva føroyska búskapinum eina saltvatnsinnspræning. Henda inn-spræning kemur sjálvandi ikki eftir einum degi. Tað krevur ein yvirskipaðan granskingarpolitikk, eina langsiktaða ætlan um, hvat man vil og ikki minnst, at politikarnir trúgva uppá granskingina og harvið eru sinnaðir at játta pening til sama.
Spurningurin er so, hvussu vit fáa ein yvirskipaðan granskingarpolitikk. Fyri tað fyrsta er tað neyðugt, at vit gagnnýta tað vitanartilfeingið, vit hava í Føroyum. Sjálvt um vit ikki hava nakað akademiskt lestrarumhvørvi, so eigur Fróðskaparsetur Føroya at fáa ein størri og meira virknan leiklut innan gransk-ingina, og ljós skal varpast á tað vitanartilfeingið, ið serliga er at finna á náttúruvísindaligu deildini. Gransking og tann akademiska vitanin gongur hond í hond, og tískil er eisini neyðugt at fáa eitt tættari samstarv her. Um Fróðskaparsetur Føroya verður flutt niðan á Marknagil saman við Miðnámsskúl-unum, er tað størri møguleiki fyri, at vit fáa eitt rættiligt lestrarumhvørvi í Føroyum, og hava vit eitt lestrarumhvørvi, er tað eisini meira eggjandi fyri næmingar á hægri lærustovnum í øðrum londum at leita sær til Føroyar at lesa. Hetta kann vera við til, at vit fáa eitt meira flølbroytt akademiskt lestrarumhvørvi í Føroyum.
Eitt annað samstarv, ið granskingin eigur at hava, er við vinnuna sjálva. Tað er vinnan, sum vísir á ein tørv, sum granskingin kann nøkta, um tað so er innan fiskivinnu, biotøkni, KT, hátøkni ella ráðgevaravirk-semi.
Fyri at samstarvið millum granskingina, skúlaverkið og vinnuna skal eyðnast, eiga vit at fáa ein granskingardepil, ið sjálvsagt eigur at liggja tætt við ein hægri lærustovn, eitt nú Fróðskaparsetur Føroya. Í hesum granskingardepli skulu starvast fólk við leiðsluroyndum, royndum frá vinnulívinum, fólk við vitan innan ráðlegging og umboð fyri bankarnar, sum kunnu stuðla góðum og innovativum granskingartiltøkum. Harafturat eigur depilin at hava ein framtíðargranskara, ið kann meta um, hvørjar vinnur fara at gera seg galdandi í framtíðini. Tíðin er búgvin til, at Føroyar kunnu gerast ein granskingartjóð burturav.