Gransking fyri oljupengar gagnar øllum samfelagnum

Ein partur av pengunum, sum oljufeløgini lata til førleikamenning í Føroyum, fer til granskingarverkætlanir hjá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Úrlitini av hesi gransking koma ikki bara frálandavinnuna til góða. Tey gagna bæði alivinnu, útróðrarvinnuni, skipaferðsluni og KT-vinnuni. Hetta varð ein av áhugaverdu niðurstøðunum á Oljutinginum, sum varð hildið í Havn mikukvøldið.

Gransking og oljupengar


Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini greiddi frá náttúruvísindaligu granskingini við atliti at oljuvinnu og hvussu aðrar vinnur kunnu fáa gagn av hesi gransking. Seinastu árini hevur Náttúruvísindadeildin verið rættiliga virkin á granskingarøkinum. Ein orsøk til hetta eru pengar, sum oljufeløg hava latið til verkætlanir í Føroyum. Ein stórur partur av hesum verkætlanum hevur verið og er á Náttúruvísindadeildini. Hans Pauli Joensen greiddi mikukvøldið teimum umleið 100 luttakaranum í Oljutinginum frá hesum arbeiði. Granskingarevni við atliti at oljuvinnu arbeitt verður við eru bergmekanikkur, seismikkur, streymur og alda á Føroyaleiðini, reservoirmodel og ymisk evni við atliti at umhvørvi. Roynt verður við hesum at menna granskingina og granskingarførleikan ígjøgnum PhD-verkætlanir.

Gransking hevur sum so stóran týdning fyri ta oljuleiting, sum fer fram við Føroyar. Við at fáa til vega vitan um mekaniskar eginleikar hjá basalti ber til at menna boriðarbeiðið og tú fær betri møguleikar fyri at tulka, hvat goymir seg undir basaltinum. Sum eitt úrslit av arbeiðinum hevur man útviklað amboð til at lýsa spenningar í undirgrundini. Nevnast kann eisini, at úrslit av granskingini verða nú nýtt í norskum telduforritum, sum spáa um boriholsrivur í boringum í Norðsjónum. Eisini eru nýggj lyklatøl funnin, sum viðvíkja grótstyrki í undirgrundini. Onnur ítøkilig úrslit er ein PhD-verkætlan, sum skal verjast á vári 2003.

Granskingin fevnir so eisini um at menna vísindaliga førleikan til at fata og tulka seismiskar mátingar í m.a. føroyska økinum. Hetta er eisini nakað, sum hevur stóran týdning fyri leitingina á landgrunninum. Trupulleikin hjá oljufeløgunum í dag at kunna síggja niður undir basaltið. Føroyska granskingin fevnir tí eisini um at kanna orsøkir til trupulleikar við at fáa kunnleika um sediment undir basaltinum. Sindri boriverkætlanin á Glyvursnesi í løtuni arbeiðir eisini við at loysa upp fyri hesum trupulleikum.

Náttúruvísindadeildin arbeiðir eisini við øðrum áhugaverdum verkætlanum, sum aðrar vinnur og stovnar í føroyska samfelagnum kunnu hava stóra nyttu av. Eitt nú við at gera modell fyri bæði sjóvarfallsstreym og aldu kring oyggjarnar og úti á havinum, har oljuleiting fer fram og har møguliga framleiðsla verður í framtíðini. Hesi arbeiði eru komin væl áleiðis. Gjørt er eitt streymmodell og gerð av teldutøkum aldumodelli byrjar í desember í ár. Har verður m.a. kannað, hvussu botnviðurskifti og streymur ávirka aldurnar. Hesi modellini hava atlit at bæði frálandavinnu, alivinnu, útróðrarvinnu og skipaferðslu. Hans Pauli Joensen kundi fortelja Oljutinginum, at úrslitini av teirra gransking kunnu ganga nógvum øðrum tættum í samfelagnum enn bert teimum, sum hava atlit til oljuvinnu. Tvs. at pengar frá oljufeløgunum til granskingarætlanir hava nógvar ringvirkningar fyri samfelagið sum heild.

Í sambandi við frálandavinnuna kunnu eitt nú streymmodellini siga okkum, hvussu ein oljublettur frá eini dálkingarvanlukku ella frá eini boring ferðast. Sama streymmodell kann hjálpa alivinnuni til at finna nýggja hóskandi aliøki, tað kann siga nakað um spjaðing av dálking, og tað kann eisini siga nakað um, hvussu t.d. sjúka eitt nú ILA kann ferðast frá einum parti av landinum til ein annan. Spjaðing av fiskasjúkum kann byggjast inn í verandi modell og hava stóran týdning fyri alivinnuna og samfelagsbúskapin. Nógv av hesum er tó sera teldukrevjandi og tað er enn avmarkað, hvat Náttúruvísindadeildin kann gera vegna manglandi telduorku. Síðani kann streymmodellið eisini kunna geva útróðrarmonnum neyvar upplýsingar um fiskimið, ýti, botnviðruskifti, sjóvarfall ol. Fyri skipaferðsluna og eitt nú bjargingartænastuna kann tað eisini hava týdning sum streym- og aldukunning. Sum eitt lítið koriosum í sambandi við hvussu neyv streymmodell kunnu gerast nevndi Hans Pauli Joensen, at ein dálking á Glyvursnesi vil enda á Lívfiskastøðini í Skopun. So granskingin kann fáa stóran týdning fyri nógv lið í samfelagnum.

Í ssambandi við havmodellini, sum verða gjørd, er tað Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini, sum stendur fyri granskingini. Her ber til at kunna seg meira á heimasíðuni, sum hann hevur gjørt um havfrøði á stovninum: http:sleipnir.fo/setur/nvd/havfrodi/.

Niðurstøðan hjá Hans Paula Joensen er tann, at gransking, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum stendur fyri, er við til at menna granskingarumhvørvið í landinum, við til at útbúgva oljuverkfrøðingar og er við til at tilføra førleika á høgum stigi t.d. professarar. Úrslitini av granskingini og teimum ymsu verkætlanunum koma so eisini mongum liðum í samfelagnum til góða umframt oljuleitingini við Føroyar og frálandavinnuni. Tey gagna øðrum vinnum so sum alivinnuni, útróðrarvinnuna , skipaferðsluni og KT-vinnuni.

Feløgini, sum hava verið við til at fíggja virksemi á Náttúruvísindadeildini eru Statoil, Mobil, Enterprise Oil, Phillips og Veba umframt at pengar eru komnar á fíggjarlógina til virksemi hjá Setrinum.

Sera áhugaverdi fyrilesturin hjá Hans Paula Joensen má sigast at standa eitt sindur í andsøgn til sjónarmiðini hjá Vinnuhúsinum, sum verða løgd fram í bóklinginum "Vinnusjónarmið 2002" , partur 5.3 á s. 31, har tikið verður til, at Fróðskaparsetrið ikki dugir at stýra verkætlanum. Gjølliga, sakliga og upplýsandi viðgerðin hjá Hans Paula Joensen av granskingini og granskingarúrslitunum hjá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum prógvaði, at tey duga væl. Tí má tað sigast at vera harmiligt, at ein ikki ov væleydnað verkætlan skal káma út yvir alt annað virksemi og brúkast til at generalisera førleikan hjá hesum stovninum til at medvirka í verkætlanum við vinnuligum atliti. Gott er við orðaskifti og atfinningum, men tað man tæna bæði vinnuni, Vinnuhúsinum og stovnum sum Náttúruvísindadeildini best, at hesi samstarva við opnum sinni og gagna hvørjum øðrum. Øll eru tey partur í eini felags søk.