Granskarin Beinta í Jákupsstovu og útlendingar í Føroyum

Føroyingar halda seg framvegis vera vanliga gestablíðir, og vit meta framvegis útlendingar sum gott tilfeingi

Jógvan við Keldu, landsstýrismamaður

Havi verið ivasamur um eg skuldi gera viðmerkingar til orðini hjá Beintu í Jákups-stovu, granskara í Útvarpi Føroya fyri viku síðani í samband við viðger av útlendinga-málum í Føroyum. - Tað verður tó gjørt, tí hennara útsagnir eiga ikki at standa einsamallar.

Tá granskari og søgufrøðingur tosar ella skrivar, hevur tað sjálvandi tyngd. Hesi vita væl meiri enn flestu av okkum um tað, tey hava við at gera. - Søugfalsan ella rangar viðmerkingar frá einum granskara verða tí tikin í álvara.

Hon nevndi m.a. hetta einfalda í at vit áttu at bjóða útlendingum vælkomnar til landið og læra tey málið. - Ja, hvør tekur ikki undir við tí.

71 ymiskar tjóðir í Føroyum
Men fyrst av øllum átti hon at gjørt sær greitt, hvat hetta inniber. Vit hava ikki færri enn 71 ymiskar tjóðir umframt norðurlendingar í landinum og harvið nógv ymisk tungumál, har lærarar og frálærumøguleikar skuldu til. - Hon eigur at kenna tað ofta illa sperda skúlaverkið.

Ofta kann vera meining í at gera eitt og annað í londum har milliónir búgva, men er burturvið at royna at fremja í smátjóð, bara tí at tølini eru ov smá.

Lógir og treytir
Síðani nevndi hon, at hesi eru skattaborgarar í Føroyum.

Tað er rætt, um so er, at tey hava arbeiði. Tí stendur týðiliga í donsku útlendingaógini, tá loyvi verða givin hjá útlendingi at flyta til Føroya, at treytin er "væsentlige beskæftigelseslsmæssige eller erhvervsmæssige hensyn taler for at imødekomme ansøgningen". - Í løtuni hava vit uppgangandi arbeiðsloysi, sum fer heilt upp í 20% í onkrum økjum í Føroym.

Tá hon - á sín uppalandi hátt - sigur, at "fyrr í tíðini var útlendingurin eitt tilfeingi", er hon ikki í iva, at so er ikki longur, tí víðari sigur hon, at "tað er ósømuligur atburður at blaka útlendingar av landinum".

Her eigur krav at vera, at hon - við tí status hon hevur - kemur við nærri og vælundir-bygdari frágreiðing í víðastu merking.

Viðvíkjandi íslendsku kvinnuni, hon nevnir í Hovi, sum bert hevði vælrætt og ikki vælbari til kommunuval er at siga, at hesin skeivleiki er millum tær lógarbroyt-ingarnar, sum eg ætli at leggja fyri løtingið væntandi í komandi viku.. - Hetta var beinleiðis sera óheppin skeivleiki í vallógini til føroyskar kommunur.

Útlendingar skulu kenna seg væl
Lat meg í fyrstu syftu enda her og gera vart við, at vit føroyingar halda okkum framvegis vera vanliga gestablíðir, vit ynskja, at tey ið koma til okkara, skulu kenna seg væl. Vit meta framvegis at útlendingar eru gott og týðandi tilfeingi og góðir skattaborgarar, tá arbeiði er til tey.

Við hesum í huga, og við royndunum sum gjørdar eru í londunum uttan um okkum, er avgjørt, at vit skulu úrgreina og lýsa hetta øki væl, soleiðis at vit í framtíðini fáa eina góða og vælvirkandi útlendingalóg, sum bæði tænir landi okkara og ikki minst, at teir útlendingar sum koma her, kenna seg væl og gerast góðir samfelagsborgarar.

Nei, hetta er ikki eitt so einfalt mál, at hetta bara kann tosast um í einar tveir tríggjar minuttir í einum útvarpspráti, sjálvt um prátið er við granskara - sum annars ikki nevndi, nær hon hevur granskað í viðurskiftum hjá útlendingum í Føroyum.