Granskarar ávara um herviliga virussjúku

Granskarar bera ótta fyri einari herviligari virussjúku, sum kann kosta fleiri hundrað mannalív í Evropa.

Í hesum døgum halda evropeiskir serfrøðingar í virussjúkum ráðstevnu á miðjarðarhavsoynni Malta, har teir serliga umrøða, hvussu teir í framtíðini skulu verða betur til at boða frá komandi virussjúkum, og hvussu tær skulu handfarast.

Granskararnir siga, at teir seinastu vetrarnar er Evropa sloppið rímiliga væl undan virussjúkum, men at tað er bara ein spurningur um tíð, til ein ella onnur hervilig virussjúka fer at gera um seg í okkara heimsparti.

Bretski professarin Albert Osterhaus sigur, at Evropa er als ikki fyrireikað til at handfara eina herviliga virussjúku, sjálvt um sjúkan ikki verður so ring sum tann tiltikna Spanska sjúkan, sum í 1918 kostaði fleiri milliónum evropearum lívið.

Serfrøðingarnir á Malta-ráðstevnuni siga, at í farnu øld varð Evropa tríggjar ferðir rakt av herviligum virussjúkum. Tann fyrsta var í 1918, onnur í 1957 og tann seinasta í 1968. Granskararnir halda tí, at vit kunnu rokna við einari herviligari virussjúku um stutta tíð.

Formaðurin í heilsunevndini hjá ES-nevndini, Robert Coleman, sigur, at tað er neyðugt at taka stig til at fyrireika Evropa til eina slíka virussjúku. Hann vísir á, at tað kunnu ganga fleiri mánaðir frá tí, at sjúkan verður staðfest, til tað ber til at útvega tann neyðuga heilivágin.