Granska í plantum á Gróðurstøðini

Endamálið við arbeiðinum hjá Gróðurstøðini er at ala plantur og gera royndir

 

Rakul Arnfríða Dam var í fjør sett sum leiðari á Gróðurstøðini. Har hevur hon starvast síðani 1994, tá hon fór í læru sum gartnari í plantualing, og hon hevur eftirútbúgvið seg innan lívfrøði. Áðrenn tað starvaðist hon sum røktarleiðari á Gróðurstøðini í Miðhoydølum hjá Skógrøktini.

Tá var Skógrøktin eitt alment arbeiðs­ pláss, har tað ikki snúði seg um at fáa inntøkur. Í dag er øðrvísi, tí nú skal stovnurin sjálvur fíggja lønir, sum skulu gjaldast við sølu av plantum. Tað gevur stovninum aðrar avbjóðingar.

– Tí verður tað truplari hjá okkum at ala plantur og gera tær royndirnar, sum eru neyðugar at gera, tí søluarbeiðið fer við so nógvari orku, sigur Rakul Dam.

Endamálið við arbeiðinum hjá Gróður­ støðini er júst at ala plantur og gera royndir.

 

##med2##

Á Gróðurstøðini verður plantufræ og træfræ sáað, men tað verður ikki sett uttandura enn, tí veðrið er ikki til tess.

– Í fjør kom frost og kuldi í mai mánaði, eftir at nógv varð farið at spíra, og tílíkt veður kann gera av við vøksturin, sigur hon.

– Her á Skógrøktini eygleiða vit júst sovorðið, hvat tað er fyri plantur, sum tola slíkt veðurlag. Vit hava gjørt royndir við trøum og runnum, og óstøðuga veðrið er júst eitt eyðkenni. Um plantur klára seg her hjá okkum, so skulu tær tola óstøðuga veðrið um várið og heystið, greiðir hon frá.

Rakul Dam sigur, at um heystið hjá okkum er tað so lýtt og vátt, at planturnar finna ikki útav, um tær skulu steðga við at vaksa – og so kemur veturin brádliga

sum eitt skot, og tað hava planturnar ikki fyrireikað seg til, og so doyggja tær av vetrinum, tí tær ikki eru farnar í dvala. – Tað er tað sama við várinum. Tá hava vit fleiri dagar við 10 hitastigum og sólskini, og so broytist veðurlagið brádliga aftur.

Hon greiðir frá, at tey hava fleiri plant­ur úr New Zealandi og Suður Amerika, og tær planturnar eru føddar í øki við óstøðugum veðri, og har tað gjøgnumgangandi er lítil munur á vetri og summari.

 

##med3##

Nógv av grøna vøkstrinum, sum trívast her hjá okkum stavar úr New Zealandi og Suður Amerika, sum eisini eru øki, ið liggja út til havið, júst sum vit gera, og sum kenna til óstøðugt veðurlag.

Rakul Dam greiðir frá, at vit í Føroyum í nógv ár hava útvegað okkum plantur og trø úr New Zealandi og Suður Amerika, og stavar hetta frá rannsóknarferðum, sum danin Søren Ødum tók stig til, tá hann arbeiddi hjá Arboretum Hørsholm. Hann var sera góður við Føroyar og Grønland, so hann sendi okkum altíð okkurt fræ, sum vit kundu royna at planta í Føroyum. Fyrrverandi leiðarin

 

##med4##

á Skógrøktini, Tróndur Leivsson, fekk møguleikan at fara við Søren Ødum, og øðrum norðurlendskum botanikarum á eina rannsóknarferð í Suðuramerika í sjeytiárunum.

Teir høvdu ymiskt við aftur til Føroya og fingu fólk høvi at planta hesi í føroyskum urtagørðum, so vit kundu finna fram til, hvør grønur vøkstur var vælegnaður í Føroyum. Fleiri av hesum trøum eru enn í føroysku urtagørðunum.

Endamálið við tílíkum rannsóknarferð­ um er at savna inn tilfar til botaniskar urtagarðar, sum vit hava kring heimin, har vitan verður savnað og goymd í

datagrunnum. Tí sum vit síggja nú, at ógvusligu veðurlagsbroytingarnar nógvastaðni kunn gera, at plantur doyggja út, tí tær eru hóttar av veður­lagsbroytingingum. Tá er umráðandi, at vit fylgja við og ala við.

 

##med5##

Á Gróðurstøðini eru tvey stór køliskáp við fræpakkum, sum tey hava fingið sendandi frá botaniskum havum, og eru hesi fræ frá rannsóknarferðum, tey hava gjørt, og stavar hetta samstarvið frá sjeytiárunum.

Rakul Dam dugir ikki at siga, hvussu nógv sløg av vetrargrønum runnum vit hava í Føroyum, tað eru runnar sum eru grønir alt árið.

Nevnast kunnu Griseline og Olearia. Griseline síggja vit nógv í Onglandi og Skotlandi, sum vit eisini brúka her hjá okkum. Eitt nú hava vit 20 sløg av oleariu, sum klára seg væl.

Á Gróður­ støðini í Mið­ hoydølum hava tey 500 ymisk sløg av runnum og trøum.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##