Tað var øgiligur dramatikkur fram ímóti dystarenda í góðveðrinum við Løkina íkvøld.
NSÍ stríddist fyri at svara aftur og javna, tá ið innskifti vongverjin í høgru Bárður J. Hansen var í hornatøkum við fleiri á beinkinum hjá Víkingi, eftir at bólturin var farin út til innkast.
Tað endaði við, at dómarin Rúni Gaardbo vísti Bárði av vøllinum og tveimum av teimum á beinkinum hjá Víkingi.
Lítla løtu seinni fór NSÍ miðvallarin Jesper Flinck Christjansen um koll, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki til NSÍ. Innskifti Petur Knudsen tók á seg at avgreiða úr 11 metrum, og málverjin hjá Víkingi Elias Fagrá tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði meistarliga.
Harvið var støðan framvegis 2-1 til Víking, og soleiðis var støðan, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Stórur fagnaður í leguni hjá Víkingi, og vónbrot í heimaleguni. Tapið ber við sær, at NSÍ framvegis hevur 35 stig. Tað eru 11 stig fram til HB og seks stig fram til KÍ. FM møguleikin er burtur, og B36 hevur í útsetta dystinum ímóti Skála møguleika at økja um frástøðuna til NSÍ til fimm stig.
Miðskeðis í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda. Sølvi Vatnhamar legði innfyri úr vinstru, og NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin Klæmint A. Olsen var óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál.
Í Fuglafirði skoraði danski miðvallarin Jesper Flinck Christjansen sigursmálið í 1-0 NSÍ sigrinum. Tað gjørdi hann við høvdinum eftir hornaspark. Støðan var nett tann sama, og málskjúttin var tann sami, tá ið NSÍ javnaði til 1-1. Hetta var tríggjar minuttir eftir steðgin, og NSÍ tevjaði næstu løtuna av álvara møguleikan at leggja seg á odda.
Soleiðis tørnaði tað ikki út. Tá ið Víkingur fyri knøppum trimum mánaðum síðani vann 1-0 á heimavølli ímóti NSÍ, var tað vongverjin í høgru hjá Víkingi, Ari Olsen, sum skoraði sigursmálið við rimmar skoti.
Eitt korter undan leikloki skoraði Ari Olsen sigursmálið í kvøld. Tað var við skoti av brotsteigarmarkinum, og aftur hesa ferð var tað Sølvi Vatnhamar, sum átti uppleggið.
2-1 sigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur 26 stig og er seks stig og betri málmun frammanfyri ÍF.
##ms##
NSÍ – Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: sjálvmál
1-1: Jesper Flinck Christjansen
1-2: Ari Olsen
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen (Petur Knudsen, 65.)– Jann J. Benjaminsen, Búi Egilsson (Salmundur Bech, 70.), Jesper Flinck Christjansen, Mórits Heini Mortensen, Rógvi Egilstoft – Steffan A. Løkin (Bárður J. Hansen, 64.), Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Karstin Hansen, Jann Martin Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes, Aron Knudsen
Gult kort: eingin
Reytt kort: Bárður J. Hansen (beinleiðis reytt) 87.
Venjari: Glenn Ståhl
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Noah Mneney – Bogi Reinert Petersen (Andreas Lava Olsen, 72.), Gunnar Vatnhamar – Lukasz Vieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen (Arnbjørn Svensson, 90.)
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Elias J. Lervig, Bergur Gregersen, Geza David Turi, Aron J. Ellingsgaard
Gult kort: eingin
Venjari: Eyðun Klakstein
HB | 17 | 15 | 1 | 1 | 52 | 12 | 46 |
KÍ | 17 | 13 | 2 | 2 | 55 | 17 | 41 |
B36 | 16 | 12 | 1 | 3 | 49 | 20 | 37 |
NSÍ | 17 | 11 | 2 | 4 | 30 | 12 | 35 |
Víkingur | 16 | 8 | 2 | 6 | 32 | 24 | 26 |
ÍF | 16 | 6 | 2 | 8 | 19 | 33 | 20 |
EB/Streymur | 15 | 3 | 1 | 11 | 9 | 36 | 10 |
TB | 15 | 1 | 4 | 10 | 9 | 24 | 7 |
AB | 17 | 0 | 7 | 10 | 11 | 49 | 7 |
Skála | 16 | 0 | 2 | 14 | 9 | 48 | 2 |
Skála - B36 útsettur
Sunnudagin 16. august
TB - EB/Streymur
Sunnudagin 23. august
ÍF - Víkingur
EB/Streymur - AB
TB - Skála