Grannar ikki hoyrdir til havnauppfylling og ólógligt byggiloyvi

Kári Thomsen
---

Dagur & Viku bar í kvøld tíðindini at Tvøroyrar kommuna hevði givið frávik til byggisamtyktina og givið Varin Pelagic loyi at fylla kajhylin upp og byggja frystigoymslu á økinum. Sagt varð eisini at grannar vóru hoyrdir og at eingin mótmælti.
Fyrst er at siga at ein granni í hvussu so er ikki er hoyrdur, og heldur ikki hevur móttikið avrit av byggisamtyktini, sum annars biðið er um, og annars heldur ikki móttikið nøkur skjøl frá kommununi í samband við grannahoyring.
Frávik kann ikki gevast til so ovurstóra broyting í einari býarskipan og byggisamtykt. Eingin byggisamtykt hevur slíkar ásetingar um frávik frá galdandi reglum. Um undantaksloyvi í byggisamtykt verður vanligt sagt at byggimyndugleikin kann, har tað snýr seg um mál av lítlum tídningi, geva lættar í ásetingum t. d. nýtslu av byggitilfari, meðan frávik ikki kunnu gevast til formligar ásetingar til málsviðgerð, kærur o.t.
Við grannahoyring, ið skal nýtast, tá frávik eru í umbúnað, skulu grannar hoyrast og hava høvi at kanna umsóknina til byggiloyvi í minsta lagi tvær vikur, frá tí teir hava móttikið tilfarið.
Føroya Fornminnissavn hevur fráboðað kommununi, at einki má gerast fyrr enn teir eru gjølliga kunnaðir og hava umrøtt ætlanina á havnarøkinum. Næst er eingin býarskipan, eingin byggisamtykt, og eingin serstøk byggisamtykt fyri havnarøkið ella miðbýin, ið vísir ætlaðu verkætlan á nakran hátt.
Hvat gongur fyri seg á Tvøroyri mugu gudarnir vita – í hvussu so er ikki veljarar og grannar.