Grafiski Verkstaðurin, sum higartil hevur húsast undir sama taki sum Listasavn Føroya í Gundadali, er farin í nýggj høli. Talan er um gamla goymslubygningin hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð. Hølini, sum Grafiski Verkstaðurin er farin í, er at finna á tveimum hæddum. Í ljósum hølum við stórum vindeygum, gleða leiðararnir seg at lata dyrnar upp fyri almenninginum.
- Hetta er ein einastandandi plasering fyri okkum. Við nýggju hølunum hava vit fingið stórt framsýningarhøli, sum er umráðandi fyri okkum at hava til at bjóða fólki inn í. Harafturat hava vit fingið ein rúmligan verkstað á ovaru hædd, sigur Jan Andersen, sum saman við Fríðu Brekku rekur Grafiska Verkstaðin.
Orsøkin til at Grafiski Verkstaðurin fór út at leita eftir nýggjum hølum, var nevniliga plásstrot í Gundadali.
- Prentini eru vorðin størri, og uppgávurnar gerast bara størri og størri. Nú hava vit so fingið 180 fermetrar afturat í hesum fantastisku hølunum, sigur hann.
Komandi tvey árini hevur Grafiski Verkstaður nógvar og stórar uppgávur at tríva í. Millum annað skal prent gerast av fullvaksnum grindahvali næstu ferð grind leggur beinini í Havn.
Grafiski Verkstaðurin er viðurkendur verkstaður millum hini norðurlondini, og fleiri listafólk úr hinum norðurlondunum leita sær á føroyska verkstaðin at arbeiða við síni list. Til tað endamálið skal høli gerast til reiðar til listafólkini at gista á verkstaðnum.
Í næstum fær Grafiski Verkstaður ein lærling úr Danmark, og úr Finnlandi kemur ein praktikantur at arbeiða.
Sum at koma heim
Tann føroyski listamaðurin, ið hevur verið virknast á Grafiska Verkstaðnum, er Tóroddur Poulsen. Hann hevur síðan í 2001 gjørt ikki færri enn 120 ymisk prent. Í morgun fór hann til arbeiðis á nýggja verkstaðnum.
- Eg eri á Grafiska Verkstaðnum fleiri ferðir um árið. Mær leingist so illa heim, at tað er bara deiligt at koma her at arbeiða av og á.
Og tað, at Grafiski Verkstaðurin er fluttur oman á Skálatrøð, ger bara kensluna av at vera heima enn størri.
- Eg eri vaksin upp við eystaru kai, so hetta er rættiliga nær heima fyri meg, sigur hann við einum smíli.
Hann er í Føroyum og arbeiðir umleið 10 dagar í senn. Nú kann hann rættiliga breiða seg út í arbeiðnum, nú hølini eru vorðin so rúmlig, og gott pláss er til tær maskinurnar, sum inni standa. Høgt er bókstaviliga til loftið, og vítt er til veggja. Við sær úr Danmark hevur hann træskurð og prent úr kopari og aluminium. Restin stendur inni í Grafiska Verkstaðnum, klárt at nýta.
Leygardagin klokkan 16 verður almenn móttøka í hølunum. Til ber at koma at hyggja at nýggju hølunum, og opið hús verður frá tí degi og eina viku fram. Tá ber til at koma inn at hyggja, meðan fólk er til arbeiðis á verkstaðnum.