Graceland letur upp aftur

Graceland í Memphis, Tennessee, heimið hjá rock-konginum Elvis Presley, letur nú upp aftur fyri vitjandi, eftir at hava verið stongt orsakað av koronasmittuni.

Tað er tó við ávísum og strongum reglum, at vitjandi, og starvsfólk, sleppa inn aftur á økið.

Vitjandi skulu kanna fepur, eins og tey verða biðin um at brúka maskur og at keypa atgongumerki á netinum. Er fepurin meira enn 38, verður ein vendur í hurðini.

Eisini er talið av vitjandi avmarkað.

Elvis Presley búði á staðnum frá 1957 til 1977, tá hann andaðist.

Nógvir føroyskir fjepparar hjá rock n' roll konginum hava vitjað Graceland.