Umhvørvisstovan hevur sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd nú endaliga góðkent grótbrotið á Glyvursnesi, sum Tórshavnar kommuna skal brúka í sambandi við havnarútbyggingina í Havn.
Sambært lýsing í Sosialinum í kvøld kann góðkenningin, sum er almenn, síggjat á Umhvørvisstovuni.
Stóra grótbrotið á Glyvursnesi varð eisini brúkt til fyrru útbyggingarnar hjá Tórshavnar havn. Tann fyrra í áttatiárunum og tann seinna í nítiárunum. Tá vórðu nógv túsund tons av gróti flutt við grótbátum av Glyvursnesi og inn móti molanum í Havn.
Um onkur ætlar sær at kæra góðkenningina hjá Umhvørvisstovuni, so skal tað gerast innan fýra vikur.