Grót rapað í Sandvíkstunnlinum

Í kvøld er grót rapað undan loftinum í tunnlinum til Sandvíkar.

Tunnilin til Sandvíkar telist millum gomlu tunnlarnar í landinum.

 

 

Í kvøld, tá ein hvalbingur fór  ørindi til Sandvíkar, møtti honum henda sjón, sum sæst á myndini. Grót er rapað undan loftinum í tunnlinum. Hóast talan kanska ikki er um stórar steinar, so kann slíkt grót gera stóran skaða, um tað kemur á bilar. Og hinvegin er ikki sigandi frá, hvat kann henda, um bilførarar gerast kløkkir, ella koyra á grótið. Trygdin er í vanda, tá slíkt hendir.

 

 

Byrjað varð uppá tunnilin til Sandvíkar í 1967 og hann stóð liðugur í 1969.

 

 

Myndina tók Ragnar Eyvindsson