Grót rapaði á bil á Viðareiðisvegnum

Um klokkan 21.00 í gjárkvøldið rapaði nakað av smærri gróti oman á ein bil, sum koyrdi norður eftir Viðareiðisvegnum.

Ein linjumaðuri hjá SEV var á veg til Viðareiðis í arbeiðsørindum, tá bilurin varð raktur av smágróti, sum ruddi úr líðini omanfyri. Hetta hendi beint sunnan fyri grótbrotið við Selgjógv, ið liggur miðskeiðis á Viðareiðisvegnum. Ongin mansskaði stóðst av tilburðinum, og bilurin fekk bert avmarkaðan skaða á síðuna.

Landsverk hevur seinastu árini skrásett alt grót, sum er komið oman á tann átta kilometrar langa Viðareiðisvegnum. Tað er serliga á einum strekki upp á umleið 200 metrar suður úr grótbrotinum við Selgjógv, at nógv tann størsti parturin av grótinum ríður oman.

Sum so oftani áður, er er tað antin í samband við nógv avfall, ella tá frostið fer úr fjøllunum og lendinum, at grót loysnar.