Hetta ásannar Tjóðveldi í Tórshavnar býráð.
Tey samfeløg, sum megna at reka ein burðardyggan umhvørvis- og orkupolitikk og fylgja altjóða krøvum, fara at mennast, meðan hini detta niðurímillum.
Sum landsins størsta kommuna skal Tórshavnar kommuna slóða fyri í umhvørvis- og orkumálum.
Berast skal so í bandi, at allar kommunalar byggingar skulu vera orkuvinarligar.
Skundast skal undir eina umlegging til reina orku fyri húsarhald og vinnu, og almennar byggisamtyktir skulu eggja til orkusparing og dygga bjálving.
Við okkum í leiðsluni í Tórshavnar kommunu verða ítøkilig mál sett fyri umlegging frá dálkandi til varandi orku, og dentur verður lagdur á at stuðla upplýsing um orkusparandi tiltøk.
Snøgt sagt, so verður grønur politikkur reyði tráðurin í øllum okkara politiska virksemi frameftir.
Setið X við Lista E 11. november.