Grønur kostur leingir um lívið

Ein nýggj kanning váttar nú tað, nógvar undanfarnar kanningar longu langt síðani hava sagt, at tað loysir seg fyri heilsuna at eta frukt og grønmeti, skrivar American Journal of Clinical Nutrition.

Granskarar við Karolinska stovnin í Stockholm hava kannað mat- og drykkjuvanarnar hjá tilsamnas 72.000 miðaldrandi og eldri kvinnur og menn í lenunum í Uppsala, Västmanland og Örebro frá síðst í 90-unum og 13 ár fram.

Kanningin vísti, at millum teirra, sum ótu frukt og grønmeti fimm ferðir um dagin var deyðstíttleikin lægstur, og millum teirra, sum sjáldan ella ongantíð ótu frukt og grønt, var deyðstíttleikin hægstur.