Grønlendski Robin Hood í Hægstarætt í januar

Hálvan januar skal Hægstirættur í Keypmannahavn viðgera málið ímóti tí grønlendska Robin Hood

Upprunaliga skuldi Hægstirættur viðgera málið í oktober, men tað mátti útsetast ta ferðina, tí at verjin hjá Robin Hood legðist sjúkur. Nú er rættardagurin ásettur til tann 18. januar.
Maðurin aftan fyri navnið Robin Hood eitur í veruleikanum Angut Kleist og er úr Nanortalik. Hann fekk av misgáum 1,3 millión krónur inn á sína bankakontu frá einum banka í Danmark, og tá hann fekk at vita frá sínum banka, at hetta vóru hansara pengar, helt Angut, at hetta mundi vera ein lottovinningur. Hann keypti sínum næstringum gávur og gav fátækrafólki og heimleysum nøkur oyru burturav.

Tað vísti seg seinni, at Angut Kleist átti ikki pengarnar, og hann bleiv ákærdur fyri at hava brúkt pengar, sum hann ikki átti. Í undirrættinum bleiv hann fríkendur, men í Landsrættinum bleiv Angut dømdur at gera samfelagstænastu í 100 dagar, umframt at hann fekk viðgerðardóm. Hendan dómin skal Hægstirættur taka støðu til.