Grønlendski biskupurin ?mælir frá at fylgja føroyingum

Tá grønlendingar fyrr í ár fingu sjálvsstýri, fingu teir millum annað ábyrgdina av kirkjuni. Spurningurin er nú, um Grønland skal hava sína egnu kirkju, ella um kirkjan framhaldandi skal verða partur av teirri donsku fólkakirkjuni. Biskupurin í Nuuk mælir politikarunum frá at gera sum føroyingar

Enn hava politikararnir ikki sagt, hvørja støðu kirkjan skal hava, men spyrja teir landsins biskup, Sofie Petersen, nýtist teimum ikki at bíða leingi eftir svarinum.
-Eg haldi, at kirkjan skal framhaldandi verða partur av teirri donsku fólkakirkjuni ella kirkjuni í ríkisfelagsskapinum, sum umfatar bæði ta donsku og ta grønlendsku fólkakirkjuna. Eftirm mínum tykki hoyra vit saman, sigur Sofie Petersen við grønlendska kringvarpið KNR.
Í 1993 bleiv kirkjan í Grønlandi skipað sum sjálvstøðugt biskupsdømi í donsku fólkakirkjuni við egnari stiftsstjórn. Sofie Petersen heldur, at sjálvt um sjálvsstýrislógin gevur grønlendingum lóggávurættin í kirkjumálum, eru tað framvegis fyrimunir við at lata ta grønlendsku kirkjuna halda fram sum partur av felagsskapinum.
-Kirkjan í Grønlandi er so lítil, at tað verður trupult hjá henni at standa einsamøll. Vit hava sera tætt tilknýti til ta donsku kirkjuna, og hesum kunnu vit fáa gagn av, eitt nú tá tað snýr seg um limaskap í teimum stóru heimsfelagsskapunum. Nógvar av hesum fyrimunum missa vit, um kirkjan her verður sjálvstøðug. Vit hava ikki orku ella umstøður til at átaka okkum hesi viðurskiftini, og tí er tað betur at brúka fyrimunirnar við at vera í kirkjuni í ríkisfelagsskapinum. Vit hava heldur onga orsøk til at uppfinna okkara egna djúpa borðisk, sigur Sofie Petersen við kringvarpið í Nuuk.

Ikki sum føroyingar
Grønlendski biskupurin hevur fylgt við gongdini í Føroyum, eftir at føroyingar valdu at skipa sína egnu kirkju, og Sofie Petersen heldur ikki, at grønlendingar eiga at gera sum føroyingar.
-Tað er gott, at føroyingar vóru fyrr enn vit, tí so kunnu vit sleppa undan at gera tey mistøkini, sum teir kanska hava gjørt. Vit eru ein lítil kirkja, og vit eru sterkari saman við øðrum, ið stríða sama stríð sum vit, sigur Sofie Petersen við KNR.
Hon og aðrir grønlendingar bíða eftir einari frágreiðing frá Mimi Karlsen, landsstýrismanni í kirkjumálum, um, hvussu verður við grønlendsku kirkjuni, og hvussu Landstingið fer at lóggeva á økinum.