Grønlendskar kvinnur kunnu avdúka orsøk til bróstkrabba

Bróstkrabbi var ein rættiliga ókend sjúka í Grønlandi, til vesturlendskir vanar fingu sína ávirkan á gerandisdagin hjá grønlendingum

Bróstkrabbi var ein rættiliga ókend sjúka í Grønlandi, til vesturlendskir vanar fingu sína ávirkan á gerandisdagin hjá grønlendingum

Tað var miðskeiðis í 1960-árunum, og nú bendir okkurt á, at bróstkrabbasjúkar grønlendskar kvinnur kunnu hjálpa granskarum við at finna orsøkina til, at sjúkan hevur vundið so nógv upp á seg í Vesturheiminum.
-Okkara kanningar vísa, at tær grønlendsku kvinnurnar, sum fingu bróstkrabba, høvdu munandi meiri av teimum sokallaðu PFC-evnunum í sær. PFC verður eitt nú brúkt til at gera lutir vatntættar og er tí millum annað í regnklæðum, styvlum og bakipappíri. Tað kann tí hugsast, at ein samanblanding av PFC og øðrum evnum so sum PCB kann órógva hormonjavnvágina og gera vandan fyri bróstkrabba størri, sigur Eva Bonefeld-Jørgensen, granskari á lærda háskúlanum í Aarhus, við grønlendska kringvarpið.
Tað er ongantíð fyrr prógvað, at PFC-evni økja vandan fyri bróstkrabba munamdi. Evnini verða ikki upployst í feitti, og tí hildu vísindafólk ikki, at tey verða savnað í kroppinum. Men kanningarnar av teimum grønlendsku kvinnunum vísa, at tað verða tey. Nú verða tilsvarandi kanningar gjørdar av donskum kvinnum.

Eva Bonefeld-Jørgensen, sum hevur staðið fyri kanningunum av teimum grønlendsku kvinnunum, heldur, at pakkitilfar, sum verður brúkt til at pakka matvørur við, eigur at hava upplýsingar um, hvørji evni eru í tí, so brúkararnir fáa høvi til at velja aðra loysn.