Grønland: Í Grønlandi, eins og nógva aðrastaðni verður nógv gjørt burtur úr lutum, sum eru ætlaðir ferðafólki.
Her finst ein hópur av tilfari, sum tey, ið hava eygu fyri slíkum, kunnu fara eftir beint uttanfyri egnar dyr.
Tað er hetta sum listhandverkarar og onnur nú royna at menna, soleiðis at grønlendsk list kann gerast meiri kend úti í heimi og at møguleikar verða fyri peningaligari úrtøku av hesum.
Til tess at samskipa alt hetta hevur grønlendski listarmaðurin og fyrrverandi politikkarinm Thue Christiansen sett sær fyri, at røkka enn longur út.
Vit hava gott tilfar, vit hava sera góð listarfólk og nú ræður bara um at marknaðarføra alt hetta. Og tað havi eg góðar vónir um fer at eydnast.
Men tað er ikki altíð so einfalt, tá ein sær og upplivir, at fólk úr heilt øðrum londum framleiða grønlendskar minnislutir til ferðafólk, - lutir sum ikki eru ektaðir. Tað eru bara vit, sum hava ta ektaðu vøruna, slær Thue Christiansen fast.
Í farnu viku var hann partur av eini ráðstevnu í Føroyum, har tosað varð m.a. um list og listhandverk.
Verkstøð kring landið
Á ráðstevnuni gav Thue Christiansen luttakarunum eitt lítið innlit í tær umstøður, sum grønlendsk list og listhandverk virka undir.
Hann greiddi frá, at tað í løtuni finnast tveir skeiðsdeplar, ein í Norðurgrønlandi og hin í Suðurgrønlandi. Á báðum deplunum hevur ein sett ein eftirlitshavandi í starv, sum sjálvur er listhandverkari.
At kalla allir býirnir hava sítt egna kommunala verkstað. Fleiri bygdir bjóða eisini kommunalu tænastuhúsini fram sum verkstøð hjá teimum lokalu listarfólkunum. Og onkrastaðni er ein eisini komin so langt, at hesi verkstøðini verða rikin av einum listafelagi.
Á so at siga hvørjum ári verða hildnar serstakar stevnur við listhandverki í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Soleiðis varð eisini gjørt í ár í øllum trimum londum.
Eyðsýndur týdningur
Grønlendska landsstýrið er sjálvandi eisini áhugað í, at grønlendsk list og listhandverk koma so víða út í heim sum tilber. Í løtuni verður roynt at fáa samstarv í lag við felagsskapir í USA, sum skulu taka sær av at selja grønlendska list har.
At enda vísti Thue Christiansen á, at tann grønlendski kvinnuháskúlin hevur staðið í stað í fleiri ár. Nú er vend komin í, tí komandi ár fer at verða undirvíst í siðbundnari og nútíðar viðgerð av skinnum, í nýggjari sniðgeving og í listhandverki.
- So her ber til at síggja, at tað hendir nakað innan hetta økið í Grønlandi. Eisini frá politiskari síðu hevur ein sæð týdningin av hesum, fegnast Thue Christiansen um.
Í fjør hækkaði landstingið nevniliga játtanina til hetta menningararbeiðið upp í 2 mió. kr. Og hyggur ein eftir tí ein fær burturúr hesum, so verður roknað við at grønlendsk listhandverk fyri einar 25 til 30 mió. kr. verða seld á hvørjum ári.
Umframt hetta kemur so nærum ein eins stór upphædd fyri tað, sum fæst við at útvinna ull frá moskus-oksum.
Tilfar úr náttúruni
Hóast tann grønlendska listin er egin, eins væl og okkara er tað, so er hon kortini fegin um íblástur og hugskot uttanífrá - m.a. úr Føroyum.
Í Grønlandi finst nevniliga ein hópur av tilfari í náttúruni, sum kann umskapast og evnast til føgur listarverk í kønum hondum og til vørur sum eru ætlaðar fremmandafólki.
Grønlendingum nýtast ikki at fara so langt eftir rávøruni til alt hetta: Teir nýta tenn av bjarnum, tenn av hvali, horn av moskus-oksum, granitt og mangt og hvat annað, sum er til taks hjá fólki.
Hetta hava tey grønlendsku listarfólkini - herímillum Thue Christiansen - langt síðani sæð. Og nú byrjar vinnulívið eisini so smátt at fáa eyguni upp fyri hesum sama.
Men møguleikarnir eru enn ikki troyttir til fulnar, tí í løtuni verða stórar vónir settar til list úr leiri.
Komið er nevniliga fram til, at við Søndre Strømfjord finst hópurin av leiri, og haraftrat góðum leiri. Hetta leirið er kannað bæði tøkniliga og í hondunum á leirkerasmiðum, og semja er um, at hetta leirið er sera vælegnað í listarligum høpi.
Fyri at fáa rættiliga gongd á nýtsluna av hesum, er ætlanin at skipa fyri eini ráðstevnu komandi vár fyri leirkerasmiðir úr Grønlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum. Her er ætlanin at tosa nærri um, hvussu ein kann fáa sum mest burtur úr hesum.
Hinvegin so er heldur ikki óhugsandi, at vinnulívið kann fáa gagn av hesum. Í løtuni verða nevniliga møguleikarnir kannaðir fyri at fara undir framleiðslu av múrsteinum í hesum økinum.
Ull er eisini Grønlands gull
Tær listarligu føroysku royndirnar við rávøru úr egnum landi koma eisini til sín rætt, tá talan er um teir eyðkendu grønlendsku moskus-oksarnar. Her hava grønlendsk listarfólk sæð týdningin av at gera brúk av ullini. Áður varð henda ullin bara brend á báli, men í dag sær ein stórar møguleikar í hesum serstakliga góða skinninum.
Teir hava tí sett seg í samband við føroyingar fyri at fáa størri kunnleika til arbeiðið við ull. Og her hava teir í øllum førum fingið fatur á einum persóni, sum veit nógv um ullarframleiðslu, Karina Brattaberg. Longu nú eru fleiri rokkar fingnir til vega, og í dag sita fólk úti á teimum smærru bygdunum og spinna ull av moskus-oksum.
Og tað er ikki frítt, at ein væntar sær nógv burtur úr hesum, og at henda ullin kann geva grønlendska samfelagnum rættiliga stórar inntøkur tey komandi árini.
- Ja, henda góðskingin av ullini kann lættliga koma at kasta væl omanfyri 20 mió. kr. av sær, sigur Thue Christiansen.