Ikki er vist, at bæði grønlendsku fólkatingsumboðini og limirnir í Norðuratlantsbólkinum verða afturvaldir 8. februar. Í politikki er einki greitt fyrr enn veljarin hevur talað, men tað verður í Grønlandi roknað fyri at vera vist, at í øllum førum annað av núverandi fólkatingsumboðunum verður valt aftur at í sessin á Christiansborg.
I løtuni umboða Kuupik Kleist úr IA og Lars Emil Johansen úr Siumut Grønland á fólkatingi. Vandin er ikki fyri, at teir verða yvirhálaðir á egnum lista, men kappingarneytarnir í hinum flokkunum kunnu spilla teimum spæli.
Kuupik Kleist er limur í grønlendska tinginum, og hann verður eisini nevndur sum ein komandi formaður fyri IA. Hjá Lars Emil Johansen er støðan ein heilt onnur. Hann situr ikki á tingi, og tað verður í Grønlandi sagt, at hetta verður eitt lagnuval fyri hann.
Úrslitið við seinasta fólkatingsval í Grønlandi var, at IA, Inuit
Ataqatigiit, fekk 7.172, Siumut 6.033, Atassut 5.138 og kandi-tatforbundet fekk 4.917 atkvøð-ur. Grønlendski sambandsflokk-urin, Atassut, var tann stóri taparin á valinum í 2001, og tað hevur ikki gingið stórvegis betri síðani. Atassut fekk á fólkatings-valinum í 1998 omanfyri átta-túsund atkvøður, og hevur átt fólkatingsumboð tey seinastu nógvu árini.
Demokratarnir heinta inn
Tað verður tískil ikki roknað við, at Atassut megnar at reisa seg nóg mikið til at fáa ein fólkatingslim valdan. Ein møguligur avloysari fyri Kuupik Kleist ella Lars Emil Johansen skal finnast í nýggja flokkinum Demokraterne. Hesin flokkurin stillaði ikki upp til valið seinast, men formaður floksins, Per Berthelsen, fekk 3.500 atkvøður sum partur av Kandidatforbundet.
Per Berthelsen er 1. varaborgarstjóri í Nuuk. Og minnir hann um starvsfelagarnar í Tórshavn seinnu árini, so eru ambitiónirnar stórar. Eftir hvat skilst æltar Per Berthelsen sær at vinna borgarastjórasæti frá Siumut til Demokratarnar, og hann trýr upp á, at tað fer at bera til hjá honum eisini at koma á fólkating.
Per Berthelsen hevur greitt boðað frá, at hann ætlar sær ikki við í Norðuratlantsbólkin, og Demokraterne ætla sær at stuðla einari borgarligari stjórn.
Ongar veljarakanningar verða gjørdar í Grønlandi undan fólka-tingsvalinum. Tískil eru tað bert ábendingar og gitingar, sum liggja til grunds fyri metingunum á hesari síðuni.
Sjálvstýri ikki á dagsskránni
Evnini í grønlendska valstríðnum eru ógvuliga ymisk í mun til tey, sum eru frammi í føroyska valstríðnum. Við valið í 2001 var tosað øgiliga nógv um sjálvstýri í Grønlandi. Bæði IA og Siumut søgdu greitt, at nú skuldi grønlendskt sjálvstýri setast á stovn, og tað skuldi gerast innan fá ár.
Elna Egede er politiskur journalistur á Grønlandspostinum. Hon sigur, at tað undan hesum valinumð als ikki verður tosað um sjálvstýri.
- Tónin er ein heitl annar hesaferð. Alt sjálvstýrismáli tykist at vera parkerað í sjálvstýrisnevndini, sum er sett at lýsa málið og gera tilmæli um sjálvstýristilgongdina hjá Grønlandi, sigur Elna Egede.
Kanningar vísa, at grønlend-ingar eru áhugaðir í sjálvstýri, men áhugin er treytaður.
- Fólk vilja hava sjálvstýri, men tað má ikki kostað nakað í livistøðinum, sigur Elna Egede,
Norðuratlantsbólkurin fyllir ikki so nógv í valstríðnum, hóast bæði IA og Siumut royna at gera vart við arbeiðið hjá bólkinum.
Eins og í Føroyum verður arbeiðsstílurin hjá bólkinum nógv hartaður.
Sum heild eru grønlendsku veljararnir ógvuliga skeptiskir móti landsins politikarum.
- Beint undan seinasta fólkatingsvalið góvu politikararnir sær sjálvum eina stóra lønarhækkan, og hetta hava fólk mótmælt nógv ímóti og als ikki gloymt, sigur Elna Egede.
16 valevni
Í Føroyum stilla meira enn hundrað fólk upp til fólkatingsvalið. Ì Grønlandi er hetta talið 16. Hetta ger eisini, at tey uppstillaðu oftani fáa rættiliga nógvar atkvøður í part. Kuupik Kleist fekk við seinasta val einari 6.400 atkvøður, og Lars Emil Johansen fekk góðar 5.000 atkvøður í sín part.
Ein annar munur millum Føroyar og Grønland er, at landsstýrisformaðurin og landsstýrismenn stilla ikki upp til fólka-tingsvalið.
Áhugin fyri valinum er nógv minni enn í Føroyum. Valluttøkan í Føroyum fer mestur at liggja nakað omanfyri 80%, men í Grønlandi verður valluttøkan væntandi nógv minni. Á fólka-tingsvalinum í 2001 var valluttøkan 61,5%, í 1998 64,2% og í 1994 var valluttøkan 58,6%.
Siumut og Atassut plagdu áður at býta fólkatingsessirnar ímillum sín.