Grønlendingar fingið loyvi at útflyta vatn

 

Í Føroyum hava vit Kirvi og Aurora Water, sum bæði framleiða føroyskt vatn - í Grønlandi hava tey fýra ymsar líknandi fyritøkur.

Vatnframleiðarin Greenland Water Bank hevur vatnið Imivik Puilasumit, og nú hava tey fingið heimild at útflyta hetta vatnið, so Imivik Puilasumit kann seljast uttanlands. 

Tað skrivar grønlendska avísin, Sermitsiaq.

Tær seinastu undirskriftirnar mangla tó at koma uppá pláss, áðrenn sølan kann byrja. 

Greenland Water Bank hevur fleiri ferðir áður søkt um loyvi at útflyta vatnið, tó uttan eydnu. Tí hevur vatnið bara verið selt í Grønlandi hesi seinastu trý árini.

– Nú fara vit at seta okkum í samband við øll tey, sum hava verið áhugað í at keypa okkara vatn, fyri at hoyra, um tey enn hava sama áhugan. Vit byrja eitt sindur á nýggjum, men vit eru glað fyri, at vit endiliga kunnu selja uttanlands, sigur Svend Hardenberg, sum stendur á odda í grønlendsku vatnfyritøkuni. 

##med2##

Tilsamans arbeiða fýra vatnfyritøkur við at útflyta vatn úr Grønlandi. Inland Ice er eitt dømi um eina aðra vatnfyritøku, sum eisini er í ferð við at gera um seg í íverksetaravinnuni. Framleiðarin hevur luttikið á vinnuráðstevnu í Kina, og sambært Sermitsiaq hevur fyritøkan veruliga fingið vind í seglini. Inland Ice fokuserar uppá fløskuvatn til tær fínaru gourmet-matstovurnar.