Grønlandstíðindi: Nógvur toskur og rækja

Kári við Stein, okkara maður í Grønlandi, við teimum seinastu fiskivinnutíðindunum. Tað er nógvur toskur men vánaligur prísur

3. juli

 

Í dag kom Polar Aassik inn til Aasiat at landa. Har var alt fult hjá teimum.

 

6. juli

 

Í dag er av besta veðri og + 17 stig. Chr Høj, gamli Suðurvarði, loysti nýggjan túr at taka ímóti toski norðan fyri. Um teir fáa minni enn 7 tons um dagin, er tað stórt undirskot fyri Royal Greenland. Manningin fær fasta løn.

Her er nógvur toskur at fáa, men hugurin er ikki tann sami sum fyrr. Bátarnir kunnu bert avreiða 5-700 kilo. Prísurin fyri 4 kr pr. kilo, so lítið kemur burtur úr hjá teimum. Toskurin trýtur íkki her um okkara leiðir, men teir kunna bert avreiða tosk í Sarfanguaq og Iterleq. Ikki fyrr enn í heyst fara teir at taka ímóti toski til saltingar her í Sisimiut.

So eru tveir gamlir kenningar keyptir til Sisimiut frá Royal Greenland. Tað eru Satuaq I og II. Hetta eru tveir gamlir partrolarir heimani frá. Annar er Havsøki, gamli línubáturin av Sandi. Minnist ikki navnið á hinum, men havi hoyrt, at á Tvøroyri blivu teir báðir kallaðir Pinen og Plagen.

Teir eru byrjaðir at fiska krabba her út fyri. Krabbarnir verða bert stúrtaðir niður í lastina, sum er full av sjógvi. Satuaq I eitur Olsen nú. Teir komu inn at landa nøkur tons í morgun.

 

7. juli

 

Qaqqatsiaq er komin inn at millumlanda. Teir hava gott 300 tons inni. Meiningin er at sigla á midnátt aftur.

 

8. juli

 

Í dag er greytasvart í toku. Natarnaq kom inn í morgun at landa. Teir hava 300 tons inni. Teir sigldu longu kl 22. Annars vóru teir sigliklárir kl 19. Polar Natarnaq er í Nuuk og landar fulla last. Teir lata væl at flótilemmunum, sum teir fingu umborð, seinast teir vóru í Nuuk og landaðu.

 

9. juli

 

Í dag er greytasvart í toku. Polar Qaasiut kom inn at landa í morgun. Teir hava fult skip, og teir skifta fólk eisini. Polar Nagtoralik er komin inn til Nuuk at landa gott 500 tons inni. Polar Aassik kom inn við fullari last til Aasiat at landa í morgun. Teir sloppu ikki út úr Aasiat fyrrenn sunnudagin 5 juli, tí teir klára ikk at taka ímóti har uppi.

 

10. juli

 

Í dag greytasvart í toku. Lagið var ringt á nøkrum føroyingum, sum skuldu flúgva heim í dag. Men Várrharra var við teimum. Teir sluppu í øllum góðum hiðani inn til Streymfjørðin.

Frætt er frá toftamanninum William Hansen, sum er skipari á Atlantic Enterprice. Teir hava 700 tons av svartkalva inni, og teir fáa um 25 tons um dagin. Teimum resta um 300 tons í last.

 

13. juli

 

Í dag eru + 11 stig og oysregn. Akamalik kom inn í morgun at landa og skifta fólk. Teir hava gott og væl 400 tons inni. Krabbabáturin Olsen kom inn í morgun við gott 12 tonsum av livandi krabba í tangum.

Polar Aassik kom inn til Aasiat at landa í morgun. Lómur er inni í Illulisat og landar gott 500 kør í morgun. Polar Amaroq kom inn til Nuuk at landa og skifta fólk.

 

14. juli

 

Í dag er stilli og + 15 stig. Tað er okkurt æli. Regina C kom til Nuuk í morgun at landa og skifta fólk.

 

16. juli

 

Í dag stilli og + 12 stig. Ocean Tiger kom inn í morgun at millumlanda og skifta nakað av fólki. Teir hava gott 270 tons inni. Steffen C er inni í Manitsoq og landar. Har er alt fult hjá teimum.