2. februar
Í dag er stilli og 7-9 kuldastig. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Vit høvdu fingið at vita, at teir komu ikki inn higar vegna lítið fiskarí. Men teir rendu seg í nakað av góðum rækjum og komu inn higar í morgun við gott 400 tonsum.
Steffen C kom til Nuuk at landa í morgun.
3. februar
Polar Nanoq kom til Nuuk at landa í morgun og skifta yvirmenn.
4. februar
Lómur kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 100 tons inni. Ein óførur mánaði hjá Lómi. Teir hava fiskað fyri um 4,5 mill, síðan fyrst í januar. Teir skiftu yvirmenn nú teir vóru inni.
Polar Qaassiut kom inn við maskinskaða. Teir eru beint komnir av skipasmiðju í Danmark. Maskinan hevur verð øll sundur og ligið á dúrkinum har umborð, og so hendir hetta. Turbo er farin og okkurt toppstykki og onkrar fóðringar eru farnar. Eg tosaði við skiparin í dag. Hann segði, at hósdagin ella fríggjadagin í komandi vikuni skuldu teir nokk vera leysir aftur. Tað eru komnir montørar úr Danmark. Teir høvdu eitt toppstykki upp við, og tað koma montørar aftur í morgin.
Eg skrivaði síðst, at Polar Qaassiut kundi royna í kassanum út fyri Kangatsiaq. Tað kunnu teir, men kortini ikki fyrr enn seinni á árinum.
Polar Aassik kastaði í dag. Teir skulla landa leygardagin í Aassiat.
5. februar
Akamalik er inni í Nuuk og landar. Teir hava gott 400 tons inni.
6. februar
Polar Aassik hevði fingið uppí longu á middegi í dag, so nú liggja teir bert og damla til leygarmorgunin, táið teir skulla landa.
8. februar
Natarnaq kom inn at landa i morgun. Har var alt fult hjá teimum. Sum eg skilti, so høvdu teir verið viða og endaðu heilt har suðuri.
Teir høvdu eitt gott samdøgur at sigla til Sisimiut at landa.
9. februar
Polar Nagtoralik er í Nuuk og landar og skiftir manning. Markus er á veg til Eysturgrønlands at royna. Teir skulla til Akureyri i dokk. Sum nú skilst er tað útsett til 3. mars, so teir vildu royna eystanfyri á veg til Íslands. Eystanfyri royna fyri tíðina Remøy Viking, Artic Viking og Ocean Tiger. Fiskaríið er vist hampiligt beint nú. Nakrir av bátunum liggja her útfyri og royna. Tað verður sagt, at vera vánaligt fiskarí.
12. februar
Í dag er stilli og – 2 stig. Polar Qaasiut loysti í kvøld aftaná umvælingina av maskinuni. Teir hava ligið í 9 dagar og umvælt brekið.
14. februar
Í dag er stilli og – 5-10 stig. Lómur landar í dag í Illulisat. Teir hava gott 100 tons inni. Annars eru bátarnir spreiddir um alt havið, og tað ljóðar frá ringum fiskiskapi. Steffen C liggur uppi í kassanum út fyri Kangatsiaq. Har er nokk at fáa hjá teimum. Polar Amaroq kom inn her í morgun við einum løstaðum manni, men hann gekk sjálvur í land. Teir lógu her í Holsteinsborgdýpinum. Fiskaríið var onki at tosa um. Polar Qaasiut er eisini har úti.
Virkir verða afturlatin
Nú er onki annað í pressuni, enn at Royal Greenland letur virkir aftur. Tað síðsta lat aftur í dag í Napasoq. Trý eru stongd norðuri í Kangatsiaqøkinum, tí tað lønar seg ikki at hava tey opin við tí prísi, sum nú er fyri torsk. Hann er gott 4 kr pr. kg fyri línu- og snellufisk, og fyri garna- og trolfisk er prísurin gott 3 kr.
Menn stúra fyri bygdalívinum. Rognatíðin fyri rognkelsi nærkast. Nú koma menn at noyðast langan veg at avreiða rognini.
Her í okkara kommununi hevur ein fyritøka keypt tvey virkir frá landinum. Annað virkið er í Iterleq, sum nógvir føroyingar kenna. Tann bygdin liggur gott 40 fjórðingar frá Sisimiut. Hitt er virkið inni í Sarfanguaq, sum liggur eitt sindur stytri frá okkum. Sum skilst hava hesi bæði virkini koyrt gott. Teir hava fingið væl av toski i vetur. Flestu fiskimenn royna við gørnum, sum skuldi verið forboðið við lóg.
Landið hevur givið minkandi tilskot til virkini. Har má okkurt liggja aftanfyri. Teir eru nokk úti eftir at avfólka tær bygdir, sum geva líti og onki av sær, men teir tora ikki at siga tað alment.