Líka síðani fyrst í desember hava kanadiskir veiðimenn boðað frá, at teir hava sæð nýlagdar grønlandsnósar á mísinum úti fyri Rigolet, Makkovik og Hopedale í Labrador. Seinni frættist eisini, at veiðimenn høvdu sæð nýlagdar grønlandsnósar á ísinum við Labradorstrondina. Tað er sera óvanligt, tí vanliga leggur grønlandskópurin ikki fyrr enn í februar ella mars.
Simon Kohlmeister, sum er lívfrøðingur hjá myndugleikunum í Norðurkanada, sigur við sjónvarpið CBC News, at tað lýggja veðrið seinasta heyst kann vera ein orsøk til, at grønlandskópurin leggur fyrr í ár enn vanligt. Hann vísir á, at tað var so lýtt sum um várið nógvar dagar í Labrador í heyst.
Simon Kohlmeister sigur, at hann hevur tosað við eldri fólk í Norðurkanada, og at eingin teirra dugir at minnast, at kópurin hevur lagt so tíðliga fyrr. Samstundis er greitt, at nósi, sum verður lagdur so tíðliga, klárar ikki veturin, sigur hann.
Lýkka ella dálking
Tann stóri spurningurin, sum vísindafólk og veiðimenn seta sær, er, hví grønlandskópurin leggur so nógv fyrr enn vanligt. Tað lýggja veðrið kann vera ein frágreiðing, men onnur spyrja, um tað kann vera dálkingin, sum ger tað. Uppaftur onnur vísa á, at djóraverndarfelagsskapirnir plaga at vera skjótir at gera vart við seg, tá menn veiða kóp, men at tað letur ikki í teimum, nú nósar í stórum tali doyggja uttan fyri veiðitíðina.
Kanadisk lóg bannar monnum at skjóta nýlagdan nósa, og teir, sum eru lagdir alt ov tíðliga, fara tí at vikna spakuliga, til teir at enda doyggja.