Grønland verður við í vetrar-OL 2010 í Vancouver. Tað sigur formaðurin í Grønlendska ítróttarsambandinum Nuka Kleemann við KNR.
Vit hava longu tosað um møguleikarnar, vit vóna at grønlendsku ítróttarfólkini taka avbjóðingarnar í álvara. Tey skulu sjálvandi fylgja teimum altjóða ásetingunum, sum krevur, at tey luttaka í altjóða kappingum og harvið vinna sær rætt til luttøkuna.
Men luttøkan verður undir Dannebrog. Ti ikki fyrr enn Grønland er viðurkent sum ein tjóð, og vit hava fingið OL-limaskap, kunnu vit luttaka við Grønlenska flagginum, tað segði Nuka Kleemand við KNR.