Grønland: Ávara um russiska uppíblanding í valið

Danski uttanríkisráðharrin ávarar nú um, at russarar kunnu fara at blanda seg upp í komandi landstingsvalið í Grønlandi.

– Tað kann vera, at tað fara at verða borin følsk tíðindi um sambandið millum Danmark og Grønland, sigur Claus Hjort Frederiksen við Ritzau.

Russarar verða lagdir undir at hava roynt at ávirka forsetavalið í USA og ymisk val í Europa. Hetta skulu teir millum annað hava gjørt við at spjaða falskar søgur, sum kunnu ávirka valið.

Claus Hjort Frederiksen var í farnu viku á vitjan hjá serligum ES-stovni, sum arbeiðir við at avdúka falskar tíðindasøgur, og tað er eftir hesa vitjan, at uttanríkisráðharrin ávarar um møguliga russiska uppíblanding í grønlendska valið.