Grønland vann umráðandi sigur á Uruguay

Grønland er ósigrað í trimum fyrstu dystunum

Eftir tveir greiðar sigrar á Kolombia og Paraguay, skuldi Grønland í nátt spæla truplasta dystin higartil í Panamerikanska meistaraskapinum.

Í teimum fyrstu báðum dystunum hevði Ingi Olsen roynt seg við nógvum útskiftingum, og skiftandi verjuskipanum, men nú skuldi besta spælið finnast fram.

 

Mótstøðuliðið var nevnliga Uruguay, ið var seedað á øðrum plássið í bólkinum, meðan Grønland var seedað á triðja plássi.

 

Grønland legði seg tó tíðliga í dystinum á odda, og meginpartin av dystinum vóru eini trý ella fýra mál á muni til fyrimuns fyri Grønland.

Eftir nakrar óhepnar útvísingar eydnaðist tað kortini Uruguay at minka munin burtur, so at støðan, tá ið tveir minuttir vóru eftir, var 29-29.

 

Grønlendingum eydnaðist at leggja seg á odda aftur, men Uruguay hevði bóltin við støðuni 30-29 og hálvum minutti eftir at leika.

Men Grønland vardi væl, álopsvilla varð dømd, og Miki Heilmann kundi avgera dystin til 31-29 til Grønland.

 

Sostatt setti Grønland seg á avgerandi næstfremsta plássið í bólkinum, har liðið er javnt í stigum við Brasil á fremsta plássi.

 

Júst Brasil er stórfavorittur at spæla seg í finaluna saman við Argentina, so tað verður ein enn truplari dystur mikukvøldið klokkan 23.00 føroyska tíð, tá ið Grønland skal royna seg móti Brasil.