Grønland ivast í Hoyvíkssáttmálanum

Grønland ynskri fríhandilssáttmála við Føroyar, meðan Føroyar hava ynskt, at Grønland gert partur av Hoyvíkssáttmálanum, men hesum hevur Grønland fyrivarni fyri. Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, hevur hitt starvssytur sína í Grønlndi, Alequ Hammond

Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri hevur vitjað Aleqa Hammond, grønlendska uttanríkisráðharran, í døgunum 11. ? 13. mars 2008 sum lið í fyrstu uttanlandsferð síni sum føroyskur uttanríkisráðharri, ið var til Íslands og Grønlands.

Ráðharrarnir báðir eru samdir um at fara undir tættari samstarv millum Føroyar og Grønland á fleiri økjum eitt nú innan norðurlendska samstarvið, Arktiska Ráðið, Veðurlagsráðstevnuna í 2009 í Keypmannahavn um ein nýggjan veðurlagssáttmála, Heimshandilsfelagsskapin (WTO) og samstarv í útnorðuri innan útbúgving, gransking og ikki minst innan veðurlagsbroytingar.

Grønland ynskir at gera ein fríhandilssáttmála við Føroyar, meðan Føroyar hava ynskt, at Grønland gerst partur av Hoyvíkssáttmálanum millum Ísland og Føroyar til tess at skipa eitt búskaparøki í útnorðuri, sum fevnir um Grønland, Ísland og Føroyar.

Grønland hevur fyrivarni móti at gerast fullgyldugur partur av Hoyvíkssáttmálanum, men ráðharrarnir samdust um, samráðingarleiðararnir viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum skulu fara til Grønlands at kunna um samráðingartilgondina og sjálvan sáttmálan. Grønland vil so taka støðu til, um til ber at fara uppí Hoyvíkssáttmálan í stigum.

Aleqa Hammond, grønlendskur uttanríkisráðharri var somuleiðis boðin á almenna vitjan í Føroyum, ið væntandi verður í næstum.