Grønland frábiður sær danskt drál

- Tað er ongin orsøk til eitt »time out« ella at bíða við at fara undir ráevnisvinnu í Grønlandi, eins og ávísir danskir politikarar hava borið uppá mál í seinastuni. Nú er tíðin komin til at handla og byrja virksemið!

Tað segði Maliina Abelsen (myndin), virkandi fíggjarmálaráðharri í Grønlandi á ráðstevnuni Future Greenland í Nuuk í seinastu viku.

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Hon legði afturat, at komandi tíðin fer at prógva styrkina í ríkisfelagsskapinum í mun til grønlendska sjálvstýrið. Grønland hevur tørv á nýggjum inntøkum, og ráevnisvinna innan olju, gass og námsvinnu er ein týdningarmikil kelda til fleiri størv, førleikamenning og øktar inntøkur til grønlendska samfelagið.

- Vit vilja ikki finna okkum í, at menningin í Grønlandi verður seinkað orsaka av, at danskir fólkatingspolitikarar vilja hava eitt »time out« í tí lógarverki, sum vit mugu gera í mun til útlendska áhugan fyri íløgum í Grønlandi, segði virkandi fíggjarmálaráðharrin, sum saman við Kupik Kleist, landstingsformanni, myndar leiðsluna í størsta samgonguflokkinum IA.

Fleiri føroyskar fyritøkur vóru við á ráðstevnuni í Grønlandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag varð eisini umboðað av Bergi Poulsen, formanni, og Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum.

- Tað er eingin ivi um, at grønlendskar fyritøkur eru áhugaðar í at samstarva við føroyskar fyritøkur, sigur Marita Rasmussen. - Harumframt er Grønland í eini sera spennandi menning, og tíðin minnir ikki sørt um støðuna í Føroyum fyri 10-15 árum síðani, tá í oljuleitingin byrjaði í Føroyum.

Grønlendingar meta sjálvir, at teir hava tørv á førleikamenning á mongum økjum, og teir meta eisini, at neyðugt verður at samstarva við útlendskar fyritøkur, um grønlendingar skulu gera seg galdandi í olju, gass og ráevnisvirksemi, sum fer at taka seg upp. Og føroyingar er vælkomnir at bjóða seg fram.