- Naalakkersuisut og Qaasuitsup Kommunia eru glað fyri framhaldandi stuðulin hjá stjórnini eftir náttúruvanlukkuni nærhendis Nuugaatsiaq og Illorsuit.
Tað skrivar grønlendska landsstýrið og Qaasuitsup kommuna í einum tíðindaskrivi eftir, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í gjár boðaði frá, at danska stjórin heitir á Fólkatingið at stuðla Grønland við 30 milliónir krónum, ið skulu brúkast til at byggja bústaðir og hjálpa teimum, ið vórðu rakt av náttúruvanlukkuni fyrr í ár.
- Tilsøgnin hjá stjórnini um stuðul á 30 milliónir krónur hevur stóran týdning fyri, at sjálvstýrið og kommunan kunna hjálpa teimum evakueraðu borgarunum eftir náttúruvanlukkuna at byrja eina nýggja tilveru, siga Kim Kielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, og Ole Dorph, borgarstjóri í Qaasuitsup Kommunia.
Landsstýrið vísir á, at tað í síðstu viku blivu játtaðar 70 milliónir krónur til arbeiðið at hjálpa borgarunum í teimum raktu økinum, harímillum at veita teimum nýggjar bústaðir. Við stuðlinum frá donsku stjórnini verða harvið 100 milliónir krónur settar av at hjálpa teimum, ið blivu rakt av flóðalduni.