Hóast nógv varð gjørt burtur úr grønlendsku veiðini eftir rognkelsi í fjør, tá kvotan fór yvir TAC'ið, ið er mest tilmælta veiða, hevur Grønland kortini endurvunnið sína MSC-góðkenning fyri veiði eftir hesum fiskaslag.
MSC stendur fyri Marine Stewardship Council og er ein óheftur stovnur.
Hetta hendi sambært tíðindaskrivi frá MSC í februar í ár. Ein treyt fyri nýggju MSC-góðkenningini er, at arbeiðið við at minka enn meira um hjáveiðina í hesum fiskiskapi heldur fram.
Burðardygga staðfestingin, sum ein MSC-góðkenning er, kemur væl við hjá grønlendsku fiskivinnuni.
- Hetta kemur væl við, tí MSC-góðkenning er ein treyt fyri, at vit yvirhøvur kunnu selja okkara rogn úr hesum fiskaslag, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, við Sermitsiaq.
Eisini í Royal Greenland fegnast tey um endurvunnu góðkenningina.
- Vit fegnast um, at góðkenningin er komin í hús, hóast tær avbjóðingar, sum hava verið, sigur Lisbeth Due Schönemann-Paul hjá Royal Greenland.
MSC-góðkenning verður vanliga latin fyri fimm ár í senn, men eftirlit verður gjørt á hvørjum ári.
Í løtuni eru allir fiskamarknaðir trýstir, og prísirnir eru lutfalsliga lágir, og hetta er eisini galdandi fyri prísirnir fyri rogn úr rognkelsi.
Sambært Sermitsiaq hevur Ísland eisini endurvunnið sína MSC-góðkenning fyri veiði eftir rognkelsi.
- Tað hevði verið ein vanlukka, um vit ikki fingu góðkenningina aftur, ásannar Henrik Leth í Polar Seafood.